Magn
Magn er føroysk fyritøka, eitt orkufelag, sum selur bensin, olju og aðrar oljuúrdráttir til privat og vinnukundar í Føroyum. Høvuðsskrivstovan hjá Magn er á Viðarnesi í Havn, og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á Tvøroyri. Í 2011 starvaðust 140 fólk hjá Magn, tað svaraði til 84 ársverk. Magn hevði tá 11 støðir kring landið og 14 tangabilar sum koyra olju til skip, virkir og húsarhald í Føroyum.
Søgan
rættaSøgan hjá Magn byrjaði í 1925, tá Christian Holm Jacobsen byrjaði sítt virksemi sum Shell-umboð í Føroyum. Hann tók kappingina upp við Det Danske Petroleums Aktieselskab, DDPA, sum frammanundan var umboðað í Føroyum, og sum seinni bleiv til Esso. Fyrstu árini vóru tunnur við olju skipaðar upp á Shellbrúnna, sum nú liggur undir Vestaru Bryggjua. Fyrst í 1930-árunum varð útbygt við oljutangum á Viðarnesi og aðrastaðni í landinum. Krígsárini var Føroyar sum kunnugt avskorið frá Danmark, sum varð hersett av týskarum, og tí gjørdist Shell einasti veitari av olju í Føroyum, teir veittu eisini olju til kundarnar hjá DDPA hetta tíðarskeiðið. Tað var Ministry of Fuel í London, sum tryggjaði føroyingum olju. Christian Holm Jacobsen gavst sum umboð fyri Shell í 1953, og tá bleiv felagið umskipað og fór undir Dansk Shell A/S. Nýggjur stjóri gjørdist Conrad Joensen, sum sat í stjórasessinum til Hjarnar Djurhuus tók yvir í 1969. Haakon Djurhuus tók við stjórastarvinum í 1997. 29. mai 2007 bleiv Shell Føroyar selt úr Shell Group til P/F Fonns. Felagið skifti navn til P/F Føroya Hedda, men helt annars fram við virkseminum sum Shell-umboð í Føroyum. 1. oktobur 2007 var aftur stjóraskifti, tá Hendrik Egholm tók við starvinum.
1. apríl 2009 skifti felagið navn frá P/F Føroya Hedda til P/F Magn, men eins og áður var felagið framhaldandi einaumboð av Shell vørum í Føroyum. Í mai 2009 varð Magn enn eina ferð selt. Hesa ferð til Hedda Eigarhaldsfelag.[1]
Magn-støðir
rættaFyrsta støðin hjá Magn, sum tá nevndist Shell, læt upp á Frælsinum í Havn ólavsøkuaftan 1970. Magn hevur bensinstøðir við handlum á hesum støðum: Saltangará, Tórshavn, Ringvegurin og Tórshavn, Frælsið, Gøtudalur, Klaksvík, við Streymin, Vestmanna, Miðvágur, Trongisvágur, Vágur og Sandur.
Keldur
rætta- ↑ "Magn.fo, Søgan hjá Magn". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-10-26. https://web.archive.org/web/20111026025658/http://magn.fo/Default.aspx?ID=1618. Heintað 2012-01-02.