Lys Assia
Lys Assia, fødd Rosa Mina Schärer (3. mars 1924 - 24. mars 2018) var ein sveisisk songkvinna, ið vann tí fyrstu Eurovision Song Contest, ið var hildin í 1956. Hon var fødd í Rupperswil í Aargau, og byrjaða starvsleið sína sum dansari, men skifti til sang í 1940. Hon andaðist tann 24. mars 2018 í Zürich.[1]
Lys Assia | |
---|---|
Lys Assia í 1957 | |
Bakgrundskunning | |
Føðinavn | Rosa Mina Schärer |
Fødd/ur |
Rupperswil, Aargau, Sveis | 3. mars 1924
Andaðist |
24. mars 2018 Zollikerberg, Zürich, Sveis | (aldur 94)
Størv | Songkvinna |
Ljóðføri | Sangur |
Ár virkin | 1942–2018 |
Eurovision Song Contest
rættaÍ 1956 vann hon tí fyrstu Eurovison Song Contest. Hon umboðaði Sveis við sanginum "Refrain".
Lys vendi aftur til Eurovision fyri Sveis í 1957 og 1958. Eftir Eurovision fekk hon eitt hitt í Týsklandi við sanginum "O, mein Papa".[2][3]
Í 2005 framførdi hon til 50 ára hátíðarhaldið fyri Eurovision, ið var hildið í Forum í Keypmannahavn.[4]
Í 2011, sendi hon lagið "C'était ma vie" inn í sveisisku Eurovision undankappingina.[5][6] Lagið fekk eitt áttunda pláss í einari harðari kapping. Lys Assia fór tó til Eurovision 2012, ið var hildin í Aserbaijan, sum heiðursgestur.[7]
Í 2012 luttók Lys aftur í sveisisku undankappingini við sanginum "All in your head" saman við hip-hop bólkinum New Jack.[8] Eftir hetta gingu søgur um at hon fór at umboða San Marino ístaðin, men 30. januar 2013 var fráboðað at Valentina Monetta hevði verið fyri valinum.[9][10]
Privatlív
rættaLys giftist Johann Heinrich Kunz tann 11. januar 1957 í Zürich. Johann doyði bert níggju mánaðir aftaná eftir at hava stríðst við ringa sjúku.[11] Hon giftist Oscar Pedersen í 1963, og vóru tey saman til hann doyði í 1995.[12]
Keldur
rætta- ↑ https://eurovision.tv/story/lys-assia-dies-aged-94
- ↑ https://www.dailytelegraph.com.au/news/eurovisions-one-hit-wonders-singing-their-way-to-fleeting-fame/news-story/825f590b5c91c4ba78c45e3df7aa3dfd
- ↑ https://www.independent.co.uk/arts-entertainment/music/news/lys-assia-dead-eurovision-first-winner-dies-aged-94-a8272461.html
- ↑ http://www.bbc.com/news/world-europe-43530154
- ↑ https://web.archive.org/web/20120101223810/http://www.esctoday.com/news/read/17675
- ↑ http://www.rts.ch/archives/tv/information/journal/4880509-lys-assia.html
- ↑ https://www.eurovisionary.com/eurovision-news/eurovision-weekend-held-berlin-3rd-5th-august
- ↑ https://web.archive.org/web/20121104043432/http://escxtra.com/2012/09/lys-assias-2013-entry-previewed/
- ↑ https://eurovision.tv/story/it-s-valentina-monetta-again-for-san-marino
- ↑ https://www.rte.ie/entertainment/2018/0324/949887-eurovisions-first-winner-lys-assia-dies-aged-94/
- ↑ https://www.eurovision.de/teilnehmer/Lys-Assia-Biografie-der-Schweizer-ESC-Teilnehmerin,lysassia125.html
- ↑ https://www.imdb.com/name/nm0039838/bio