Lort í býin (fløga)
Lort í býin er fløga hjá føroyska Lort í býin og varð givin út í 2007.
Beinta Johannessen, blaðstjóri á Strok, hevur lagt til rættis og samskipað.
Sangirnir á fløguni eru: Slikk sjúk, Lort í býin, Heilt aleina, Upp á tá, Gott ókeypis bað, Eitt ár størri, Púra vekk, Eg eri sum eg eri, Vinalag, Strok-sangurin og Eg havi frí.
Orðini til sangirnar eiga: Eyðfinn Jensen, Kári Jacobsen, Elin á Rógvi, Steinbjørn B. Jacobsen, Tór Verland Johansen, og Jens Marni Hansen.
Løgini eiga: Kári Jacobsen, Eyðfinn Jensen, Jens Marni Hansen, Kristoffur Mørkøre, Jóhannus á Rógvu Joensen og Tór Verland Johansen.
Tey, ið syngja eru fyrst og fremst Meyla (Elin á Rógvi), S´marni (Jens Marni Hansen), Jógvan Líggjas Jóannes Lamhauge og Knøttur (Bárður Persson).
Jóannes Lamhauge hevur gjørt húsan, og Per á Hædd og Finnur Justinussen hava tikið myndirnar.
Fløgan fæst til keyps kring landið, og kostar 169,- krónur. Tað er Bókamiðsølan, sum stendur fyri søluni av fløguni.