Finnur Justinussen
Finnur Justinussen (føddur 30. mars 1989) er føroyskur fótbóltsleikari, sum spælir við Víkingi. Í 2012 spældi hann við Jönköpings Södra IF í Svøríki. Jønkøping Sødra kappast í næstbestu svensku fótbóltsdeildini, sum verður nevnd Superrettan. Finnur var fyrsti føroyingur, sum hevur spælt professionellan fótbólt í Svøríki (professionelt tvs. í bestu ella næstbestu fótbóltsdeildini). Finnur er áleypari, hann hevur tvær ferðir verið toppskjútti í bestu føroysku fótbóltsdeildini, tað var í 2009 og 2011, tá leikti hann fyri Víking. Hann hevur eisini spælt fyri U21 landsliðið hjá Føroyum. Hann spældi 8 dystir fyri U21 Føroyar,[1] sum samanlagt fekk 11 stig og var fyrsta føroyska landsliðið sum fekk tvísiffrað stigatal í altjóða UEFA kapping. Finnur leikti tveir altjóða dystir fyri Víking í 2010, tað var móti turkiska liðnum Besiktas.[2] Finnur var til royndarvenjing í Svøríki í oktober 2009 við Gefle, sum tá spældi í bestu svensku fótbóltsdeildini. Ongin sáttmáli spurdist tó buturúr, men í 2011 eydnaðist tað honum at fáa sáttmála við Jönköpings Södra IF. Í 2013 kom hann aftur til Føroya og spælir nú aftur við Víkingi.
Ársins Stjørnuskot 2009 og Toppskjútti í bestu fótbóltsdeildini 2009 og 2011
rættaFinnur Justinussen fekk heiðurin "Ársins Stjørnuskot 2009", tá Sosialurin skipaði fyri árligu gallaveitsluni, har bestu fótbóltsleikarir og onnur innan føroyska fótbóltin verða heiðraði eftir at fótbóltsárið er komið at enda.[3] Finnur Justinussen varð toppskjútti í meistaradeildini í 2009 við 19 málum.[4] Í 2011 er Finnur Justinussen aftur toppskjútti í Vodafonedeildini. Hann vann gylta skógvin, sum hann fekk handaðan á samkomu á matstovuni Hvonn í Havn.[5] Hann hevur skorað 21 mál í 26 dystum, tað er í meðal 0,81 mál fyri hvønn spældan dyst.[6]