Lopranseiði
Lopranseiði er eitt vakurt og sermerkt stað vestanfyri Lopra í Suðuroynni. Har er ein hólmur sum eitur Lopranshólmur, hann er sera tætt við sjálva oynna. Gjógvin millum hólmin og Lopranseiði eitur Lambagjógv. Hagin fyri sunnan eitur Lopranshagi, hagin fyri norðan eitur Tóris- og Lambhagi. Pyramiduskapaða fjallið sunnanfyri Lopranseiði eitur Kirvi, toppurin á fjallinum nevnist Kirviskollur. Víkin sum er á eystur síðuni á oynni, beint hinumegin Lopranseiði eitur Ónavík. Fjallið norðanfyri Lopranseiði eitur Rávan. Hamar eru á báðum síðum á Lopranseiði, báðir vera nevndin Eiðishamar. Ein bøgarður er har sum eitur Eiðisgarður. Lopranseiði er 61 metrar høgt á eggini beint við har sum hólmurin er. Lopranshólmur er 57 metrar høgur.
Westerbeek sigldi á land við Lopranseiði í 1742
rætta2. september 1742 sigldi hollendska skipið Westerbeek á land beint sunnanfyri Lopranseiði. Teir fleistu av manningini kláraðu at sleppa sær uppá land við at ganga eftir mastrini, sum var brotnað og lá inn móti berginum. Bergið var streyrætt, men teir megnaðu at koma uppá eina rók. Teir fimastu av teimum gjørdu so tað bragd at klatra upp eftir berginum fyri at fáa hjálp til restina av monnunum. Teir vistu ikki hvar ið teir vóru ella um fólk búðu nærindis. Ongin búði í Lopra ella á Økrum tá, tær bygdirnar høvdu annar verið tær fyrstu ið teir høvdu sæð, um tær vóru til tá. Nakrir menn gingu til Vágs eftir hjálp og nakrir gingu til Sumbiar. Allir hinir sum sótu á røðini vóru bjargaðir. Umleið 10 menn lótu lív og umleið 80 menn yvirlivdu. Teir allar flestu noyddust at búgva í Føroyum í 9 mánaðir, tí skipini sum lógu í Havn tordu ikki at taka so nógvir menn við. Nakrir fáir blivu giftir í Føroyum og eftirkomanarir eru eisini í Føroyum eftir ein ella nakrir fáir av hesum monnum. Mathias Lassen hevur skrivað og útgivið bók um hendingina, bókin eitur Westerbeek og kom út í 2008.[1]
Myndir
rætta-
Lopranseiði og fjallið Kirvi, Beinisvørð sæst longri suðuri.
-
Lopranseiði og Lopranshólmur
-
Lopranseiði og Beinisvørð
-
Lopranshólmur
-
Tvøran og Lopranshólmur vestantil á Suðuroynni, norðanfyri Lopranseið
Keldur
rætta- ↑ "Bokhandil.fo, Mathias Lassen". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-04. https://web.archive.org/web/20160304212335/http://bokhandil.fo/include/main.asp?sida=../Link/viewforfatter2&id=1553. Heintað 2011-08-15.