Liv and Maddie

amerikonsk tannáringa undirhaldssendirøð

Liv and Maddie (danskt heiti: Liv og Maddie, eitur Liv and Maddie: Cali Style í fjórðu sesong) er ein amerikonsk tannáringa undirhaldssendirøð skapað av John D. Beck og Ron Hart og framleidd av It's a Laugh Productions fyri Disney Channel. Tað er Dove Cameron, ið hevur leiklutirnar sum Liv og Maddie Rooney. Framleiðslan av sjónvarpsrøðini byrjaði í apríl 2013 við ein pilot episode víst hin 19. juli 2013 í Amerika.[1] Sjónvarpsrøðin varð send regluliga í Amerika frá 15. september 2013. Sjónvarpsrøðin varð víst fyrstu ferð í Danmark hin 20. desember 2013 sum ein sneak peek og varð send regluliga frá 24. januar 2014.

Liv and Maddie
Eisini kend/ur/t sum Liv and Maddie: Cali Style (sesong 4)
Slag Familju/Tannáringa undirhaldssendirøð
Skapað av
  • John D. Beck
  • Ron Hart
Tey leikandi
Evnistónleikatónaskald
Byrjunarevni "Better in Stereo", framført av Dove Cameron
Tónaskald(øld)
Upprunaland USA
Upprunamál Enskt
Tal av sesongum 4
Tal av pørtum 80 (listi av pørtum)
Framleiðsla
Høvuðs framleiðari(ar)
  • John D. Beck
  • Ron Hart
  • Andy Fickman
  • Betsy Sullenger
  • John Peaslee
Framleiðari(ar) Greg A. Hampson
Fyriskipan av filmstólum Multi-camera
Tíðarskeið 22–24 minuttir
Framleiðslu virki
Útgáva
Upprunarásrás Disney Channel
Upprunaliga útgivið 19 juli 2013 (2013-07-19) – mars 24, 2017 (2017-03-24)
Eksternar leinkjur
Heimasíða

Eyðkennislagið til sjónvarpsrøðina hava teir báðir føroyingarnir Bárður Háberg og Óli Jógvansson skrivað og framleitt, teir eiga tónleikafyritøkuna Baroli Music.[2] Temalagið eitur Better in Stereo.

Søgugongd rætta

Sjónvarpsrøðin snýr seg um tvær eineggjaðar tvíburðarsystrar við sera ymiskum persónleikum. Liv Rooney er sera feminin og hevur verið filmsstjørna í Hollywood í fýra ár í egnum TV-show, meðan Maddie er meira dreingjalig og dámar væl ítrótt og spælir við á kurvabóltsliðmum í skúlanum.

Leikarar rætta

Leiklutir í sjónvarpsrøðini Liv and Maddie:

  • Dove Cameron sum bæði Liv og Maddie, tær báðar tvíburðarsystrarnar ið eru sera ymiskar. Liv er elsta barnið hjá Rooney familjuni. Slagorðið hjá Maddie er "Bam! What?!" (danskt "Kaboom! Hvad?!")
  • Joey Bragg sum Joey Rooney, er miðlingabarnið hjá Rooney familjuni og stóribeiggi Parker.
  • Tenzing Norgay Trainor sum Parker Rooney, yngri beiggi Liv og Maddie og yngsta barn hjá Rooney familjuni.
  • Kali Rocha sum Karen Rooney, ein skúlasálarfrøðingur og mamma Liv, Maddie, Joey, og Parker.
  • Benjamin King sum Pete Rooney, ein kurvabóltsvenjari og pápi Liv, Maddie, Joey, og Parker. (Ikki við í sesong 4)
  • Lauren Lindsey Donzis sum Ruby, er systikinabarn Liv og Maddie. (Bert í sesong 4)

Keldur rætta

  1. "TVbytheNumbers". http://tvbythenumbers.zap2it.com/2013/03/08/newcomer-dove-cameron-lands-dual-roles-in-upcoming-disney-channel-sitcom-liv-and-maddie/172625/. Heintað 2014-09-06. 
  2. "Planet.fo". http://planet.fo/grein/disney_keypir_foroyskan_tonleik. Heintað 2013-05-09. 

Slóðir úteftir rætta