Listi yvir forsetar í Italia

Forsetin í Italia (presidente della Repubblica) er statsleiðari í Italia. Hon ella hann verða vald av einum samlaðum parlamenti (Senati og Deputertkamari) fyri eitt sjey ára tíðarskeið. Verandi forseti er Giorgio Napolitano, sum varð valdur 10. mai 2006 og tók við embætinum 15. mai sama ár. Hann er landsins 11. forseti og tann fyrsti fyrrverandi kommunisturin ið røkir hetta embætið.

Forsetin býr í Quirinal-slottiðnum í Róm.

Fyri at kunna vera valdur til forseta, má ein vera italskur statsborgari, í minsta lagi 50 ára gamal og hava fullar borgararættindi.

Forsetar

rætta
Navn Mynd Tók við Fór frá Flokkur
Enrico De Nicola   29. juni 19461 11. mai 1948 PLI
Luigi Einaudi   11. mai 1948 11. mai 1955 PLI
Giovanni Gronchi   11. mai 1955 11. mai 1962 DC
Antonio Segni   11. mai 1962 6. desember 1964 DC
Giuseppe Saragat   28. desember 1964 24. desember 1971 PSDI
Giovanni Leone   24. desember 1971 15. juni 1978 DC
Alessandro Pertini   8. juli 1978 23. juni 1985 PSI
Francesco Cossiga   23. juni 1985 28. apríl 1992 DC
Oscar Luigi Scalfaro   25. mai 1992 15. mai 1999 DC
Carlo Azeglio Ciampi   18. mai 1999 15. mai 2006 Uttanflokka
Giorgio Napolitano   15. mai 2006 20. apríl 2013 DS
Giorgio Napolitano   20. apríl 2013 3. februar 2015 DS
Sergio Mattarella   3. februar 2015 ... DS

1Til 31. desember 1947 var De Nicola Capo provvisorio dello Stato (fyribils statsleiðari), og síðan gjørdist hann forseti fyri lýðveldið.

 
Wikimedia Commons logo