Leivur Eiriksson (Leivur Hepni) (uml. 970-1020) var sonur norðmannin Eirik Reyða, sum búsetti seg í Íslandi og grundaði Eysturbygd í Grønlandi. Leivur Hepni sigst um ár 1000 at hava funnið Norðuramerika, sum hann kallaði Vínland. Hann fekk eyknevndið Hepni, tí hann bjargaði skipbrotnum monnum. Eiriksson var stórbóndi, hevði verið stórbóndi bæði í Grønlandi og Íslandi. Tá ið Leivur Eiriksson fór til Grønlands við kristindóminum, fór hann eisini sum handgingin maður hjá Noregs kongi.

Leivur Eiriksson var sonur Eirik Reyða, sum var fyrsti norðbúgvi, ið kom til Grønlands.

Leivur Eiriksson og manning hansara, 35 menn, fóru av Vesturbygdini við Nuukfjørð í Vestur-Grønlandi og sigldu til Norður-Amerika. Teir hildu leiðina suður við strondini og granskaðu hana. Leivur Eiriksson kallaði londini Helluland, Markland og Vínland. Vínland kann hava verið Norður-Nýfundland. Vínland merkir kanska graslendi. Eftir at hava granskað landið, helt Leivur leiðina heimaftur til Grønlands. Í 1960-árunum vórðu leivdir av norrønum búsetningum funnar í Nýfundlandi. Tær eru tíðarfestar at vera frá um 1000. Tað prógvar, at víkingar komu til Amerika 500 ár undan Kolumbusi.[1]

Keldur

rætta