Eirikur Reyði (føddur uml. 950 í Noregi, deyður uml. 1003 í Grønlandi) var norskur víkingur, ið flutti til Íslands í 960-árunum, tí hann var gjørdur útlagin úr Noregi. Í 982 varð Eirikur eisini gjørdur útlagin úr Íslandi, tí hann hevði dripið ein mann. Eirikur hevði hoyrt um landið, sum Gunnbjørn hevði sæð, og fekk sær tí manning, ið vildi sigla við sær vestureftir. Hann fann hetta ókenda landið og sá, at á vestursíðuni var gott og fruktagott lendi. Tá ið trý ár vóru liðin, fór Eirikur aftur til Íslands og segði frá hesum nýggja landinum. Hann nevndi tað Grønland, tí hann helt, at mangir menn mundu fara hagar, um landið hevði “eitt gott navn”. Uml. ár 985 settu 25 skip við 500 fólkum kós móti Grønlandi, men bara 14 skip vunnu vegin fram. Á tveimum væl hóskandi støðum settu tey búgv: Í Vesturbygd, har sum Nuuk nú er, og í Eysturbygd, tætt við Qaqortoq.

Hann giftist við Tjóðhild, sum var av mætari ætt. Tey fingu børn, og ein sonin nevndu tey Leiv. Eirikur Reyði helt seg til norrønu gudarnar, men á eini ferð til Noregs læt sonurin, Leivur, seg doypa. Heim aftur við sær hevði hann ein prest, ið stutt eftir doypti konu Eiriks, Tjóðhild, og nógv onnur í bygdini. Leivur Hepni, sonur Eiriks, sigldi síðan allan vegin til Norðuramerika. Hetta halda menn at hava verið onkustaðni á eysturstrondini í Kanada, møguliga í har New Foundland er í dag, og Leivur Hepni sigst soleiðis at hava verið fyrsti hvíti maður, sum kom til Amerika.

Slóðir

rætta