Líggjas í Bø (18. juli 1938 í Klaksvík). Æt upprunaliga Eli Sørensen, men keypti sær seinni navnið Líggjas í Bø. Aftan á lokið realprógv var hann til skips í eitt ár, fór í 1956 niður á háskúla, fyrst á Købmandsvile, seinni á altjóða háskúlan í Helsingør. Hann fór so undir hægri handilslestur á Niels Brock-skúlanum og leyk prógv í 1959. Heimafturkomin arbeiddi hann í Samvinnufelagnum í Havn í um 3 ár, var so í nøkur ár vikarur á Trøllanesi - um sumrini til skips.

Í 1968 fór hann undir grannskoðaravirki í Klaksvík, og var hann við til at seta á stovn dátuvirkið Com-Data (saman við Símin Paula Konoy). So av og á hevði hann fyrst í sekstiárunum yrkingar og onkrar týðingar í "14. September" og "Framanum", og í 1964 gav Oyggjaframi út savnið "Til lívið".

Innihaldið í savninum kann greidliga skiftast sundur í tríggjar bólkar, týðingar eftir eitt nú Gelsted og Pasternak, lyriskar náttúruyrkingar um summar og várligan vind, "Jørðin / á ferð / gjøgnum rúmdir / vælsignað / av sólum", og politiskt medvitnar yrkingar, sum gera Líggjas til nýskapara í føroyskum skaldskapi.

Útgivið rætta

  • 1964 - Til lívíð (yrkingar).