Kurt Mørkøre
Kurt Mørkøre (20. februar 1969) er føroyskur fótbóltsspælari og venjari.
Sum leikari
rættaFyrst og fremst er Kurt kendur sum álopsleikari, men hevur eisini spælt sum verjuleikari og á miðvøllinum. Kurt spældi í sínum ungdómsárum og frameftir við besta liðnum hjá KÍ. Í 1999 til 2001 fór Kurt til Noregs og spældi við Sogndal. Hann kom aftur til KÍ og spældi í 2001-2002. Eftir hetta fór hann aftur Noregs og gjørdist venjari hjá felagnum Eide og Omegn IL í norsku 3. deild. Kurt gjørdi eitt stutt rend aftur til KÍ í 2005 fyri at bjarga teimum úr niðurflytingarvandanum. Hetta megnaði hann eisini. Í september 2005 valdi hann at gevast sum leikari.
Kurt hevur tvær ferðir verið toppskjútti í bestu deildini í Føroyum, nevnliga í 1988 og 1996.
Sum venjari
rættaKurt hevur verið leikandi venjari við bæði KÍ og Eide og Omegn. Í 2007 var hann venjari hjá besta liðnum hjá B36. Í dag er Kurt venjari hjá norska Elnesvåg.