Cuneo (piedmonesiskt: Cuni) er ein býur og kommuna í útnyrðings Italia, tætt við markið til Frakland í Kuneo landslutinum í Piemonte regiónini. Piemonte er tann triðstørsta regiónin í Italia eftir stødd. Býurin liggur við Tær Maritimu Alpurnar og við tað 11 kilometra longu Stura di Demonte ánna. Grannakommunurnar eru: Boves, Busca, Cervasca, Vignolo, Beinette, Peveragno, Castelletto Stura, Caraglio og Tarantasca. Cuneo kommuna varð stovnað 1198, har búgva umleið 55.000 fólk.

Sankta Francis kirkjan

Undir Seinna Heimskríggi, frá 1943-45, var Cuneo miðdepil fyri italsku mótstøðurørsluna móti týskarunum.

Ein servøra frá Cuneo er Cuneesi al rhum, sum er sjokoláta, sum er fylt við fyllu við róm í.

Michelle Ferrero

rætta

Michele Ferrero varð føddur í Dogliani, Cuneo í 1925, hann er eigari av Ferrero sjokoláta fyritøkuni, sum er ein av teimum størstu av sínum slag í Evropa, og selur fyri umleið 19 billiónir dollarar um árið. Vørumerki hjá fyritøkuni eru eitt nú Nutella, Mon Chéri, Kinder Chocolate, Ferrero Rocher, Tic Tacs og Kinder Egg. Hann er næstríkasti persónur í Italia, bert Silvio Berlusconi er ríkari enn hann.

Keldur

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið