Kristian I
Kristian I (februar 1426 – 21. mai 1481) var fyrsti danski kongur av Oldenburgættini. Hann giftist við Dorotheu, einkju eftir undanmannin Kristoffur av Bayern, tí at fíggjarviðurskiftini ríksins vóru so ring, at ikki vóru ráð at gera út heimanfylgju til nýggja drotning, so hetta var fíggjarliga ein hent loysn. Tað var eisini av neyð, at Kristian I kongur setti Hetland og Orknoyggjar í veð í 1468-69, tá ið dóttir hansara skuldi giftast við skotska konginum. Hann gjørdi eisini samveldissáttmálan við Noreg í 1450.