Krikkont (frøðiheiti - Anas crecca), summastaðni av misgáum kallað stikkont, er góð at kenna av tí, at hon er so lítil. Steggin tapir einki fyri villdunnusteggjanum í vakurleika, heldur er hann at vinna. Høvdið omaná og tað mesta av hálsinum er reyðbrúnt. Á hvørjum vanganum og haðani langt oman á hálsin er ein stórur fagurt glitrandi grønur litur. Kroppurin er rondutur av fínum svørtum og hvítum strikum, og spegilin er bjart grønur. Bøgan líkist mest villdunnuni, men hevur grønan spegil. Nú á døgum er tað sera sjáldan at finna krikkantarreiður her í Føroyum. Eggini eru nógv, 8—10. Dúnungin er littur sum villdunnuungi. Reiðrið ger hon sær altíð har, sum vatn er høgligt at koma í.[1]

Krikkont

Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Anseriformes
Ætt: Anatidae
Slekt: Anas
Slag: A. crecca
Anas crecca

Sí eisini

rætta
  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið