Klaksvíksstríðið
Klaksvíksstríðið (Læknastríðið) (1951-1955) er størsti uppreistur nakrantíð móti donsku yvirvøldini. Klaksvíksstríðið var hart, og klaksvíkingar brynjaðu seg til stríð móti myndugleikunum. Hans Andrias Sølvará hevur granskað í viðurskiftunum í sambandi við Læknastríði.
Ein danskur lækni, nevndur Olaf Halvorsen, varð settur í fyribilsstarv í Klaksvíkar sjúkrahúsi. Trupulleikin var, at hann var rendur úr Danska Læknafelagnum og vildi ikki gjalda eina bót, so hann kundi gerast limur aftur. Fyri at fáa fast starv sum sjúkrahúslækni mátti hann vera limur í felagnum. Klaksvíkingum dámdi væl mannin, og teir vildu hava hann sum fastan lækna. Hann søkti, men annar maður varð settur í staðin. Hetta fekk øði í, og eitt stríð byrjaði, sum ikki endaði fyrr enn í 1955.
Støðan var spent, vaktarhald var á sjúkrahúsinum og heima hjá Olafi Halvorsen. Menn vóru vápnaðir, og ansað varð eftir, at myndugleikarnir í Tórshavn sluppu ikki á land. Løgreglan stóð maktarleys og fekk einki gjørt. Landsstýrið bað um hjálp frá donsku stjórnini, sum sendi stórt løgreglulið til Føroya við skipinum Parkeston. Hetta vakti mikla øsing millum manna. Bløðini skrivaðu, at sjálvbodnir úr øllum oyggjunum streymaðu til Klaksvíkar. Sagt var, at okkurt um túsund menn bóru vápn. Ivaleyst skrøggaðu bløðini, men danska stjórnin himpraðist nú og sendi ein ráðharra til Føroya at samráðast. Ímeðan sigldi Parkeston ímillum oyggjarnar við 120 væl vápnaðum løgreglumonnum og hundum.
Hóast onkur tilburður var afturat, og klaksvíkingar ikki fingu Olaf Halvorsen aftur, so hæsaði kreppan av, sum frá leið. Olaf Halvorsen fór av landinum í 1955, og Klaksvíksstríðið endaði stutt eftir.
Kelda
rætta- http://www.rejsende.dk/faeroerne/klaksvig-striden.htm Archived 2010-07-13 at the Wayback Machine