Kjak:Venstre (Danmark)
Latest comment: 9 ár síðan by EileenSanda
Formurin "Danmarks" finst ikki á føroyskum! Benadikt (kjak) 7. jun 2015 kl. 14:13 (UTC)
- Nei, eg veit, hatta var mín vánaliga týðing úr donskum, har eg ikki havi hugsað um hatta. Eg skal royna framyvir at minnast til tað. Heldur tú, at navnið á flokkinum ovast í infoboksini eigur at vera á føroyskum? Og hvussu eitur flokkurin á føroyskum? Vinstri, Liberali flokkur Danmarkar? Á ensku síðuni hava tey fyrst enska heitið og síðan tað danska. Vh. --EileenSanda (kjak) 9. jun 2015 kl. 08:43 (UTC)