Kjak:Stavrað

Latest comment: 11 ár síðan by EileenSanda

Hvat meinar tú við, tá tú sigur, at hetta ikki er stavraðið, sum Setrið brúkar? Føroyska málnevndin brúkar júst hatta stavraðið. So vítt eg veit, hevur Fróðskaparsetrið ikki brúkt annað stavrað enn hatta. Um so er, at Setrið hevur annað stavrað, so má tað setast inn her, ella má greinin vísa til eina leinkju, har tað stavraðið sæst. Eg veit tó onki um, at tað eru fleiri stavrað í føroyskum. - Skrivað hevur Tinakj 24. august 2013.

  • Hey Tina. Eg veit ikki, hvør ið hevur skrivað hatta um at Setrið ikki nýtir føroyska stavraðið, men eg síggi at tað er onkur sum ikki er skrásettur brúkari, men hevur skrivað frá IP adressu 88.85.43.137, og viðkomandi hevur bert gjørt hesa einu rættingina á føroysku Wikipediu yvirhøvur, so tað er nokk meint sum skemt ella okkurt sovorði giti eg, men ongin hevur so gjørt nakað við tað í 5 ár. Tá tú sær slíkt sum als ikki er rætt, so skalt tú endiliga rætta tað, um tú tímir/hevur tíð. Tað eru so ótrúliga fá sum tíma at skriva her á føroysku Wikipediuni. MInst til at undirskrivað tað ið tú skrivar her á kjaksíðum :) Vinarliga EileenSanda (talk) 24. aug 2013 kl. 22:59 (UTC)Reply
Return to "Stavrað" page.