Kjak:Listi yvir fólkatingslimir úr Føroyum

Latest comment: 11 ár síðan by EileenSanda

Kelda er "Løgtingið 150", bind 2, ið er gjøgnumgingin av Efloen, Sí her: [1]

Haha, tú hevur simpulthen spurt Erik, hvar hann hevur funnið fram til upplýsingarnar :) Fantastiskt arbeiði, ið hann hevur gjørt, tað er nógv fyri, at vit føroyingar ikki skrivað sjálvi um føroyskan politikk á okkara egna máli í tí føroysku Wikipediuni, men mugu fara á tí norsku Wikipedia at lesa um okkara løgtingslimir, fólkatingslimir osfr. Hann er óførur hasin Erik! Eg havi eisini skriva á hansara kjaksíðu og takka honum fyri tað stóra arbeiði hann hevur gjørt. Man finnur ikki eingang nakað serligt á tí ensku Wikipedia um føroyskan politikk og sera fáar síður eru um føroyskir politikarar. T.d. er bara ein síða um kvinnuligan politikara, og tað er Marita Petersen, av tí at hon var løgmaður. Um Atla Dam stendur lítið og onki. Eg kom av tilvild á síðuna um Sjúrða Skaale í gjár, og legði til merkis, at har stóð ovast at síðan var "orphant" altso foreldraleys, tí ongar ella næstan ongar síður slóða til hana, og maðurin er bæði fyrrverandi løgtingslimur og verandi fólkatingslimur, skemtari, sangari og eg veit ikki hvat. Sooooo tað er nokk at gera fyri fólk ið vilja skriva á Wikipedia um føroysk viðurskiti. Eg kopieraði og umsetti listan yvir løgtingslimir í Føroyum 2008-2011 og umsetti til enskt nú í morgun, fyri at nøvnini á løgtingslimum um ikki annað eru á einari síðu. Ná, nú bleiv hetta svarið so langt :) Vh. EileenSanda (talk) 28. aug 2012 kl. 09:28 (UTC)Reply
jú, tað er rætt, tíverri...útyvir mongd dámar mær eisini sera væl at tað er kelduávísingar, so mann fær eftirkanna tað, sum stendur ( ikki tí alt hjá mær altíð hevur keldur, men mann roynir...). Og so má mann bara spyrja:) Topper 1 (talk) 28. aug 2012 kl. 12:54 (UTC)Reply
Ja, tað hevur tú rætt í. Á tí ensku Wikipedia eru tey rættiliga strong, um ongar keldur eru yvirhøvur, og ofta verða síður strikaðar, um ongar keldur eru. Eg sá ikki nakra keldu á tí norsku síðuni, og eg hugsaði ikki um at spyrja, tí bleiv tað uttan kelduávívising :) Men nú er tað jú komið uppá pláss. Vinarliga EileenSanda (talk) 28. aug 2012 kl. 13:18 (UTC)Reply
Return to "Listi yvir fólkatingslimir úr Føroyum" page.