Kjak:Altjóða Gjaldoyragrunnurin

Latest comment: 9 ár síðan by Benadikt

International Monetary Fund merkir Millumtjóða Gjaldoyragrunnurin. Benadikt (kjak) 15. jun 2015 kl. 13:08 (UTC)Reply

Ok, tað er Niceley ið hevur upprættað síðuna, hann er ikki føroyingur, men eg rokni við at hann má hava hatta heiti frá onkrari føroyskari keldu. Tá ið eg "googli" orðið Gjaldoyragrunnurin, so koma 374 leitiúrslit fram, og øll tey ið koma á fyrstu síðu nevna ikki orðið "Millumlanda", men fyri tað kunnu tey jú taka feil. Orðabókin hjá Sprotanum sigur, at millumlanda- merkir International. Vinnuhúsið skrivar í einari yvirskrift Altjóða Gjaldoyragrunnurin vantar lægri vøkstur, Kringvarpið skrivar á kvf.fo í mai í ár: "Samráðingar hava verið millum Grikkaland, ES og altjóða gjaldoyragrunnurin IMF í fýra mánaðir". Eg fái bara 6 leitiúrslit, tá ið eg skrivi "Millumtjóða gjaldoyragrunnurin", frá Løgmansskrivstovuni og Fróðskaparsetrinum (Búskaparfrágreiðingar). So tað ljóðar, sum um Altjóða gjaldoyragrunnurin er nógv meira brúkt enn Millumtjóða gjaldoyragrunnurin, so veit eg ikki, hvat ið er best at gera? --EileenSanda (kjak) 15. jun 2015 kl. 13:27 (UTC)Reply
Ja, eg veit at hatta er tann vanliga "umsetingin" til føroyskt, men hon er ikki bein. Orðið "inter" gongur inn í nógv onnur samansett orð enn bara "international", t.d. "interkommunalur felagskapur". Danskar orðabøkur og wikipedian brúka ofta orðið óumsett, men tá orðið verður umsett, verður tað til "mellemfolkelig", báði í "Nudansk ordbog" og "Dansk fremmedordbog". Fremmandaorðabókin skrivar um fyrra liðið sum uppslagsorð: "inter- mellem- * lat. inter imellem", Nudansk skrivar "inter- præfiks: imellem, iblandt, i løbet af, under, fx i interkollegial, internordisk - [fra latin inter imellem, vist besl. m. under]
Við hvørt kann tað kanska forsvarast at umseta inter- til al-, men t.d. tá internet verður til alnet, so fær ein ta skeivu uppfatan av orðinum, at talan er um eitt net millum allar teldur. Orðið merkir millumnet, altso eitt net millum teldur. Benadikt (kjak) 15. jun 2015 kl. 16:01 (UTC)Reply
Return to "Altjóða Gjaldoyragrunnurin" page.