Ellen Muriel Deason (fødd 30. august 1919, deyð 16. juli 2012), betri kend undir navninum Kitty Wells, er ein amerikanskur tónleikari, guitarspælari, sangari og sangskrivari. Hon hevur havt eitt sera virkið tónleikalív. Hon hevur verið virkin í amerikanska tónleikalívinum síðan hon var heilt ung. Wells byrjaði sum sangari og sangskrivari í 1930-árunum. Hon byrjaði av álvara at spæla tónleik alment sum sangari í bólkinum Deason Sisters í 1936. Hon byrjaði at spæla guitar, tá hon var bara 14 ára gomul [2]. Kitty Wells giftist í 1937 við Johnnie Robert Wright Junior, vanliga nevndur Johnnie Wright (1914-2011) [3]. Wright er eisini ein sera kendur countrysangari úr Tennessee.

Kitty Wells
Kitty Wells í 1965
Føddur 30. august 1919
Tennessee Nashville, Tennessee
USA USA
Doyði 16. juli 2012
Trúgv Protestantisma [1]

Kitty Wells telist millum allarstørstu countrysangararnar nakrantíð. Hon yrkti nógvar sangir og sálmar. Teir kendastu eru "It Wasn't God Who Made Honky Tonk Angels", "Heartbreak U.S.A.", "I Can't Stop Loving You" og "Dust On The Bible".

Tónleikaútgávur rætta

  • 1956 - Winner Of Your Heart (Decca)
  • 1959 - Dust On The Bible (Decca)
  • 1959 - After Dark (Decca)
  • 1960 - Kitty's Choice (Decca)
  • 1960 - Seasons Of My Heart (Decca)
  • 1961 - Heartbreak U.S.A. (Decca)
  • 1962 - Kitty Wells, Queen Of Country Music (Decca)
  • 1962 - Singing On Sunday (Decca)
  • 1962 - Christmas Day With Kitty Wells (Decca)
  • 1964 - Especially For You (Decca)
  • 1964 - Country Music Time (Decca)
  • 1965 - Lonely Street (Decca)
  • 1965 - Burning Memories (Decca)
  • 1965 - Lonesome, Sad And Blue (Decca)
  • 1966 - Kitty Wells Sings Songs Made Famous By Jim Reeves (Decca)
  • 1966 - Country All The Way (Decca)
  • 1966 - The Kitty Wells' Show (Decca)
  • 1967 - Love Makes The World Go Around (Decca)
  • 1967 - Queen Of Honky Tonk Street (Decca)
  • 1968 - Kitty Wells Showcase (Decca)
  • 1970 - Your Love Is The Way (Decca)
  • 1971 - They're Stepping All Over My Heart (Decca)
  • 1971 - Pledging My Love (Decca)
  • 1972 - Sincerely (Decca)
  • 1972 - I've Got Yesterday (Decca)
  • 1973 - Yours Truly (MCA/Decca)
  • 1974 - Forever Young (Capricorn)

Keldur rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. http://www.adherents.com/largecom/fam_church_of_christ.html
  2. Kittywells.com
  3. CMT.com