Kevin M. Cosgrove (6. januar, 195511. september, 2001) úr West Islip, New York var eitt av offrunum í 11. september-yvirgangsálopunum. Cosgrove var fangaður í eini skrivstovu í landnyrðingshorninum á 105. hædd í sunnara torninum. Saman við honum vóru starvsfelagin Dough Cherry og ein annar ónevndur persónur.

Eftir at hava ringt til skyldfólk ringdi hann til neyðkall (911) um hjálp. Meðan hann enn var á tráðnum skramblaði bygningurin saman kl. 09:59 (14:59 føroyska tíð), og sambandið reyk. Síðstu orð hansara vóru "Oh God! Oh..." (føroyskt: "Á, Gud! Á...").

Kevin Cosgrove var varastjóri hjá Aon Corporation. Hann var 46 ára gamal. Líkið varð funnið, áðrenn vika var liðin, og hann varð jarðaður 22. september í St. Patrick-kirkjugarðinum í Huntington, New York.

Upptøkan av neyðarkallinum varð spæld til rættarmálið hjá Zacarias Moussaoui.

Útvortis slóðir

rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið