Katrin Reinert
føroyskur yrkjari
Katrin Reinert (fødd 28. februar 1959 í Glostrup), uppvaksin á Eiði og búsitandi í Havn, er ein føroyskur yrkjari, tannlækni og magistari í føroyskum.
Í 2011 gav hon út yrkingasavnið, Kringvindar. Harumframt hevur hon havt stakar yrkingar á prenti í tíðarritunum Vencili og í Varðanum, har ummæli og týdd stuttsøga eftir Katrina eisini hava staðið. Katrin er útbúgvin tannlækni og í 2014 tók hon prógv frá Fróðskaparsetri Føroya sum magistari í føroyskum.[1]
Keldur
rætta- ↑ Sigurðardóttir, Turið (24. februar 2014). "MA-prógv í føroyskum". Fróðskaparsetur Føroya. https://old.setur.fo/index.php?id=462&tx_tcnews_pi1%5Bitem%5D=1257&tx_tcnews_pi1%5Bpointer%5D=81&cHash=833e1208628486483aa3df7cf897c869. Heintað 16. januar 2018.[deyð leinkja]