Kamala Harris
Kamala Devi Harris (f. 20 okt. 1964) er fyrsti svarti varaforseti í USA. Harris er fødd í Oakland í Kalifornia 20. oktober í 1964. Hon er útbúgvin løgfrøðingur og hevur brúkt meginpartin av sínum arbeiðslívi til at stríðast fyri minnilutar. Hon hevur gjørt skjóta karrieru fyrst sum løgfrøðingur og síðani innan politikk. Tá Kamala Harris tók sæti í Senatinum, starvaðist hon fyrst sum ákæri í San Francisco, áðrenn hon varð vald sum tann fyrsti litti statsákæri í Kalifornia. Hon er m.a. kend fyri at fara harðliga fram í stríðnum móti rúsevnum. Joe Biden og Harris kennast eisini privat frá tíðini, tá sonur Biden, Beau Biden, og Harris vóru starvsfelagar og vinfólk gjøgnum nógv ár. Saman arbeiddu tey fyri at betra um umstøður hjá vanliga arbeiðstakaranum og fyri at verja møður og børn móti harðskapi. Foreldur hennara eru innflytarar, og komu til USA í 1960-unum. Mamman, sum er lækni, er úr India, og pápin, sum er professari í búskaparfrøði, er upprunaliga úr Jamaika. Bæði foreldrini luttóku í amerikanska borgarastríðnum, og lítla Kamala luttóka ofta saman við foreldrunum, tá tey fóru út á gøturnar at mótmæla.