Kári Leivsson
Kári Leivsson (22. august 1950 í Havn), (fyrr: "Petersen") skaldanavn Kári P., er føroyskur sangari, guitarleikari, sangskrivari og tónasmiður. Hann er útbúgvin sálarfrøðingur. Kári tók studentsprógv í Hoydølum í 1970 og arbeiddi síðani sum blaðmaður, sjúkrarøktari, húsasmiður, týðari og mangt annað. Í 1995 fekk hann embætisprógv sum sálarfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur búleikast í Danmark, Íslandi og Noregi umframt í Føroyum. Kári P. er gitin í Føroyum fyri sín nýmótans fólkatónleik. Yrkingarnar smæðast ikki burtur, og boðskapur teirra kemur uttan stórvegis trupulleikar á rætta pláss. Tvær fløgur eru tað blivnar til av Kára P., Vælferðarvísur og Hinumegin Ringvegin. Á fløguni Hinumegin Ringvegin hoyra vit Kára P. saman við Tórshavnar Manskóri við lagnum "Skygni".
Hann fekk M. A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir í 1995.
Útgivið
rættaKári er serliga kendur fyri sínar sangir á teimum báðum plátu-og fløguútgávunum ”Vælferðarvísur” og ”Hinumegin Ringvegin”.
Við Debess & Petersen
rættaDebess & Petersen vóru Per Debess og Kári Petersen (nu Kári Leivsson).
- 1971 - Debess & Petersen, EP, fýra sangir: Heit var náttin, Bláa húsið, Situr tú seggur og Tit sum í fjøru fóru
- 1973 - Mitt í eini meining, EP, fýra sangir: Laila, Gullkálvavalsurin, Rædda Maria og Mitt í eini meining[1]
Heiðurslønir og virðislønir
rætta- 1995 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.
- 2010 - Mentanarvirðisløn Landsins
Keldur
rætta- [1], Kári P fekk Mentanarvirðisløn Landsins.
- MMR.fo, Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgáva Landsins 2009.
- Bokasolan.fo Archived 2004-11-23 at the Wayback Machine, Kári L. Petersen.
- Discogs.com
Slóðir
rætta- Psykolog.fo
- Rit.fo Archived 2016-07-03 at the Wayback Machine
- Linkedin.com
- Sangtekstir.com Archived 2016-03-05 at the Wayback Machine