Johnny Nash

Johnny Lester Nash jr. (føddur 19. august 1940 í Houston, Texas; deyður 6. oktober 2020 í Houston, Texas) var ein amerikanskur sangari og sangskrivari.[1]

Johnny Nash í 1965.

Líkasum Bob Marley var Johnny Nash ein av undangongumonnunum í reggae sjangruni. Kendastu sangir eru "Hold Me Tight" (1968), "I Can See Clearly Now" (1972), "Stir It Up" (1972) og "Tears on My Pillow" frá 1975.


Slóðir úteftirEdit

KeldurEdit

  1. Johnny Nash, imdb.com (enskt)


Sí miðlasavnið