Jens Christian Vang
Jens Christian Vang var føddur í Tórshavn í 1962 og vaks upp í Kvívík. Hann er útbúgvin maskinsmiðjur á Skála Skipasmiðju 1986, men hevur síðani miðskeiðis í áttatiárunum arbeitt sum myndamaður, fyrstu tíðina við ítrótti, serliga fótbólti, fyri Sosialin, eitt skifti á Dimmalætting, men so aftur á Sosialinum har hann er enn. Vang arbeiddi fyrstu tíðina við svart-hvítum myndum, sum hann sjálvur framkallaði. Í dag brúkar hann talgilda tøkni og arbeiðir við ljósi og litum. Umframt at vera myndamaður á Sosialinum, arbeiðir Jens Chr. eisini fyri altjóða pressu, serliga við fótbóltsmyndum.
Jens Christian Vang | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 1962 í/á Tórshavn |
Starv | myndatakari |
Dátuheiti |