Jeb Bush
John Ellis "Jeb" Bush (føddur 11. februar 1953) hevur verið guvernørur í Florida 1999-2007, er bróður George W. Bush og sonur George H. W. Bush. Hann var m.a. guvernørur, tá atkvøðurnar til forsetavalið í 2000 máttu teljast av nýggjum, og beiggin varð valdur til forseta heldur enn Al Gore. Konan, Columba Garnica Bush, er fødd í Meksiko[1], hann tosar flótandi spanskt[2] og hevur tikið við katólskari trúgv.[3] Tað ger Jeb Bush væl dámdan millum amerikanarar við latínamerikanskari bakgrund. Republikanararnir hava fyri neyðini at fáa stuðul frá hesum týðandi fólkabólki fyri at klára seg í 2016. Forsetaval verður í november 2016. Sterkar kreftir í Republikanska Flokkinum hava leingi arbeitt fyri at fáa Jeb Bush at gerast maðurin, sum skal bjóða møguliga Demokratiska valevninum Hillary Clinton av í 2016.[4] Tey halda, at tað nú er gingin nóg long tíð til, at beiggi hansara, George W. Bush, sum als ikki er væl dámdur í fólkinum, kann oyðileggja umdømið.[5]
Jeb Bush | |
---|---|
Jeb Bush varð valdur til guvernør í Florida í 1998 og sat heilt fram til 2007.
| |
Føddur | 11. februar 1953 Midland, Texas |
Yrki | Politikar (R) |
Trúgv | Katólska kirkjan |
Keldur
rætta- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-10-07. https://web.archive.org/web/20071007142035/http://airwolf.lmtonline.com/news/archive/021401/pagea8.pdf. Heintað 2015-03-07.
- ↑ bloomberg.com
- ↑ www.catholic.org
- ↑ pressherald.com
- ↑ huffingtonpost.com