Jean-Claude Duvalier
Jean-Claude Duvalier, eisini kendur sum Baby Doc (Bébé Doc) (3. juli 1951 - 4. oktober 2014), var einaræðisharri í Haiti í 15 ár: 1971-1986. Hann kom til valdið sum 19 ára gamal í 1971, tá pápi hansara, Francois Duvalier (Papa Doc), doyði. Eins og pápin, stýrdi hann fátæka landinum í Karibia við harðari hond. Í 1986 mátti hann rýma orsaka av fólksligum uppreistri. Hann fór til Fraklands, har hann livdi í útlegd í 25 ár. Í 2011 vendi hann aftur til Haiti. Hann sjálvur segði, at endamálið við at venda aftur til Haiti var at heiðra tey yvir 300.000 fólkini, sum doyðu í ógvuliga jarðskjálvtanum 12. Januar 2010. [1] Afturvendan hansara spældi ikki stillisliga av, og fáar dagar eftir at hann hevði sett bein síni í Port-au-Prince, varð Duvalier ákærdur fyri m.a. mutur og brotsverk móti mannaættini.
Jean-Claude Duvalier | |
---|---|
Føddur | 3. juli 1951 Port-au-Prince, Haiti |
Doyði | 4. oktober 2014 Port-au-Prince, Haiti |
Yrki | Einaræðisharri (1971-1986) |
Trúgv | Voodoo |
Fyrrverandi einaræðisharrin doyði 4. okt. 2014, 63 ára gamal. Hann doyði av einum hjartatilburði.