Javni
Felagið
rættaJavni er landsfelag fyri fólk við menningartarni og teirra avvarðandi. Endamál felagsins er í einum og øllum at stuðla menningartarnaðum og teirra avvarðandi og fremja áhugamál teirra, so tey kunnu liva á sama støði sum onnur fólk í Føroyum.
Søga
rættaFelagið Javni var stovnað 14. mai 1971. Endamál felagsins er at virka fyri at bøta um korini hjá fólki við menningartarni á øllum økjum, eitt nú viðvíkjandi bústaðamøguleikum, skúla, barnaansing, korunum hjá eldri og so framvegis. Javni hevur skrivstovu í Havn, á Hoydalsvegi 40, 3. hædd, tlf. 314827. Javni hevur eina fimmmannanevnd og tveir tiltakslimir. Á skrivstovu felagsins er ein dagligur leiðari í fulltíðarstarvi og eitt skrivstovufólk parttíð.
Samstarv
rættaJavni samstarvar við onnur líknandi feløg bæði innanlands og uttanlands. Innanlands er Javni eitt av limafeløgnum í Megd (fyrr MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum). Uttanlands er Javni limur í bæði evropeiska felagnum fyri menningartarnað, Inclusion Europe, og í altjóða felagnum fyri menningartarnað, Inclusion International. Norðurlendsku systurfeløgini hjá Javna hava eisini eitt tætt samstarv, NSR, Norðurlendska samstarvsráðið, og har er Javni virkin limur.
Formenn og -kvinnur
rætta- Helena Samuelsen (1971 - 1978)
- Diana í Puntabyrgi (1979)
- Hannefía Poulsen (1980 - 1982)
- Thomas Sæbúð (1983 - 1985)
- Diana í Puntabyrgi (1985 - 1986)
- Rókur Dalsgaard (1987 - 1988)
- Jens Jensen (1989 - 1992)
- Diana í Puntabyrgi (1993 - 1996)
- Kristina Mortensen (1997)
- Jóna Dahl (1998 - 1999)
- Diana í Puntabyrgi (2000 - 2002)
- Malena Arnholdsdóttir (2002 - 2005)
- Lis Eklund í Niðristovu (2005 - 2008)
- Óli Wolles (2008 - 2010)
- Sigrun Wardum (2010 - )
- Fía Petersen (