Jantulógin (Danskt og Norskt: janteloven; Svenskt: jantelagen; Finskt: Janten laki) er eitt mynstur í skandinaviskum londum, ið lýsir atburðin frá bólkum mótvegis einstaklingum, tá samfelagið fordømir eydnustremban og úrslit sum virðisleyst og ódámligt.

Aksel Sandemose (19. mars 1899 - 6. august 1965).

Danski-norski rithøvundin Aksel Sandemose lýsti í skaldsøguni En flyktning krysser sitt spor, 1933, Jantulógina sum eitt reglusett. Skaldsøgan er ein lýsing av lítla danska býnum Jante (sum minnir um Nykøbing Mors, har Sandemose sjálvur vaks upp), har øll kenna øll [1].

Í norðurlondum er vanligt at vísa á Jantulógina í samfelagsfrøðiligum høpi, sum eitt hugtak, ið lýsir ringan hugburð mótvegis bæði einstaklingagerð og stremban eftir eydnu. Hugtakið vísur á eina snævurskygda og øvundsjúka mentan, sum noktar at viðurkenna einstaklingin og sum hevur samfelagið í brennideplinum, meðan øll tey, sum arbeiða fyri seg sjálvi, verða revsaði.

Hugtakið verður í summum førum brúkt av einstaklingum, sum føla, at teir ikki fáa æruna fyri teirra brøgd, ella fyri at vísa á, at ein annar persónur er ov kritiskur.

Definitión

rætta

Tað eru tíggju ymiskar reglur í lógini, sum er skrivað av Sandemose. Tær byggja allar uppá sama tema og verða tí eisini ofta viðgjørdar sum ein einstøk lóg: Tú skalt ikki halda, at tú ert nakað serligt ella at tú ert betri enn vit.

Tíggju lógirnar siga:

  1. Tú skalt ikki halda, at tú ert nakað
  2. Tú skalt ikki halda, at tú ert eins nógv og vit.
  3. Tú skalt ikki halda, at tú ert klókari enn vit.
  4. Tú skalt ikki halda, at tú ert betri enn vit.
  5. Tú skalt ikki halda, at tú veitst meira enn vit.
  6. Tú skalt ikki halda, at tú ert meira enn vit.
  7. Tú skalt ikki halda, at gert nakra nyttu.
  8. Tú skalt ikki flenna eftir okkum.
  9. Tú skalt ikki halda, at nakar leggur í teg.
  10. Tú skalt ikki halda, at kanst læra okkum nakað.

Ein ellinda lóg er eisini nevnd í skaldsøguni:

11. Tú skalt ikki halda, at tað er okkurt, vit ikki vita um teg.

Í bókini verða jantarnir, ið ikki liva eftir hesi óskrivaðu 'lóg', illtonktir við fíggindaeygum, tí at tað gongur ímóti felags áhugamálunum í býnum, sum eru at varðveita sosialu javnvágina og ituhjsiðalæruna.

Hans Thomsen hevur týtt bókina hjá Aksel Sandemose til føroyskt. Hon hevur heitið, Aftur á slóðina. Lógin, ið her er endurgivin á føroyskum, er ikki samsvarandi týðing hansara.

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
  1. Viðmerking frá umsetara í aðru útgávu av En flygtning krydser sit spor