Janka Kupala (Janka Kupała, á hvítarussiskum: Я́нка Купа́ла) var kunstnaranavnið hjá Ivan Daminikavitj Luzevitj, sum varð føddur 7. juli 1882 í Vjasynka uttanfyri Minsk, deyður 28. juni 1942 í Moskva. Hann var ein rithøvundur úr Hvítarusslandi. Hann sigst vera ein av teimum størstu rithøvundunum í 20. øld, sum skrivaðu á hvítarussiskum. Tey fyrstu árini sum rithøvundur skrivaði hann mest tjóðskaparsinnaðan skaldskap. Hansara fyrsta roynd sum rithøvundur var skrivað á pólskum undir dulnevninum K-a, tað var umleið 1903-04. Hansara fyrsta verk á móðurmálinum var ("Мая доля"), sum kom út 15. juli 1904. Fleiri yrkingar komu út í hvítarussiskum bløðum í 1906 og 07. Í 1908 flutti hann til Vilnius, har hann helt fram við at skriva og útgeva yrkingar. Sama árið gav hann út sítt fyrsta yrkingasavn Жалейка (Tann lítla floytan), har hann var atfinningarsamur móti tsar stýrinum, sum gav boð um at leggja hald á bókina. Kupala mátti gevast við at arbeiða á blaðnum Nasha Niva, fyri ikki at oyðileggja umdømið hjá blaðnum. Í 1909 flutti hann til Sankta Pætursborg. Hann skrivaði og útgav fleiri verk, meðan hann búði har, m.a. Сон на кургане (Enskt: Dream on a Barrow)– sum hann varð liðugur við í august 1910 – symboliseraði vánaliga standin í heimlandi hansara Hvítarusslandi. Í 1913 flutti hann aftur til Vilnius. Kupala var serliga ávirkaður av Maxim Gorky í 1910-árunum.

Janka Kupala í 1930-árunum.

Kupala gjørdist viðhaldsmaður hjá Sovjetsamveldinum, men samstundis var hann eisini tjóðskaparsunnaður viðvíkjandi heimlandinum, og tað gjørdi at sovjettiskir myndugleikar ikki høvdu fult álit á honum. Í 1930-árunum noyddist hann at skriva eina almenna umbering, og eftir tað var friður. Í 1941 fekk hann heiðurin Order of Lenin (Lenin ordanin) fyri yrkingasavnið Ад сэрца (Frá hjartanum). Tá Hvítarussland varð hersett av týskarum í 1941, flutti Kupala, sum tá var sjúkur, til Moskva, har hann skrivaði yrkingar sum stuðlaðu partisanum í Hvítarusslandi, sum kempaðu móti týskarum. Kupala doyði undir illgrunasomun viðurskiftum í Moskva í 1942. Hann datt oman gjøgnum trappur á Hotel Moskva, og tað var staðfest at vera ein vanlukka, men summi høvdu illgruna um morð ella sjálvmorð. Í 1945 læt upp eitt savn í Minsk til minnis um Janka Kupala.

Keldur

rætta


Slóðir úteftir

rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið