St. Pætursborg (russiskt; Санкт-Петербург) er næststørsti býur í Russlandi og fjórðstørsti býur í Evropa. Við sínum uml. fimm milliónum íbúgvum er hann tann milliónabýurin í heiminum, sum liggur longst norðuri.

St. Pætursborg
Flagg Skjøldur
Land: Russland
Grundlagdur: 1703
Vídd: 1,431 km²
Íbúgvar (2010): 4.879.566
fyri km²: 3,410/km²
Mál: Russiskt
Postnummar: 190000–199406
Heimasíða: www.st-petersburg.ru Archived 2015-04-18 at the Wayback Machine

Pætur Mikli grundaði býin í 1703. Túsundtals russiskir bøndur doyðu í mýrulendinum fram við Neva, tá ið teir bygdu St. Pætursborg. Pætur Mikli kallaði býin "vindeygað vestur ímóti Evropa". Longu í 1712 gjørdist býurin høvuðsstaður Russlands ístaðin fyri Moskva. Burtursæð frá fýra árum (1728–1732), var hendan støðan óbroytt líka til 1918, tá Moskva gjørdist uppaftur høvuðsstaðurin.

Í 1914 varð navnið á býnum broytt til Petrograd (Russiskt: Петроград; IPA: [pʲɪtrɐˈgrat]), í 1924 varð tað broytt til Leningrad (Russiskt: Ленинград; IPA: [lʲɪnʲɪnˈgrat]) og í 1991 fekk býurin aftur sítt gamla navn St. Pætursborg.

St. Pætursborg er í dag kendur sum livandi býur innan vinnulív, mentan, útbúgving, list og ítrótt. Býurin er eisini heimstaður hjá russiska forsetanum Vladimir Putin. [1]

Sí eisini

rætta

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 59°56′00″N 30°16′00″E / 59.93333°N 30.26667°E / 59.93333; 30.26667

Keldur

rætta