Jón Gnarr
Jón Gnarr Kristinsson (føddur Jón Gunnar Kristinsson 2. januar 1967) er ein íslendskur politikari, sjónleikari og standup skemtari. Hann er fyrrverandi leiðari í flokkinum Besti flokkurinn og fyrvverandi borgarstjóri í Reykjavík. Hann sat sum borgarstjóri í Reykjavík frá 15. juni 2010 til 16. juni 2014.
Hann er giftur Jóhonnu Jóhannsdóttir og eiga tey 5 børn. Eitt av børnum teirra, Margrét, er fitness model.
Jón Gnarr hevur spælt, og fingið heiðurslønir fyri eina rúgvu av íslenskum sjónsvarpsevni. Millum annað hevur hann skrivað og spælt høvuðsleiklutin í sjónvarpsrøðunum Næturvaktin (2007), Dagvaktin (2008), og Fangavaktin (2010). í 2010 gav hann út eina dokumentar nevnda Gnarr, ið fylgir honum í valstríðinum um borgarstjórasessin í Reykjavík. Filmurin hevur verið vistur runt um í heiminum, og hevur millum annað verið vístur á stóru streaming heimasíðuni Netflix.
í 2014 gav Jón Gnarr út bókina Gnarr! How I Became the Mayor of a Large City in Iceland and Changed the World