Jóannes Dalsgaard (Jóannes á Mølini)

Jóannes Dalsgaard (Jóannes á Mølini, føddur í Skálavík 16. juni 1895, deyður 1. mai 1980) var ein føroyskur rithøvundur og búnaðarfrøðingur. Hann var sonur Axel Waldemar Johannesen Dalsgaard (1866-1951) úr Dalsgarði í Skálavík og Sunnevu Henriettu (fødd Poulsen) (1872-1947) úr Búri í Skopun.

Jóannes var elstur at 9 brøðrum. Hinir brøðurnir vóru Klæmint (1897-1983), Hans (1899-1970), Axel, Tórur (1903-1973), Eyvind, Kjartan, Viggo (1910-1987) og Erling (1912-1998).

Jóannes fekk sín barnaskúla í Skálavík og vetrarnar 1911-12 og 1916-17 gekk hann á Føroya Fólkaháskúla. Hann lærdi um jarðarbrúk og landbúnað í Kirkjubø, í Danmark á Lyngby Landboskole og sum næmingur á tveimum royndarstøðum har og á Vesturlandinum í Noregi, har hann ein vetur arbeiddi á einum garði.

Í 1921 varð Jóannes settur í starv á nýstovnaðu Royndarstøðini í Hoyvík, sum næstimaður hjá stjóranum Einar Knudsen. Jóannes var formaður í Føroya Jarðaráð 1961-65, og hevði eisini onnur álitisstørv innan føroyskan landbúnað.

Jóannes giftist í 1928 við Elsu (fødd av Skarði) og tey settu búgv í niðastu Hoydølum í Hoyvík. Elsa (fødd 17.06.1902 og deyð 03.07.1968) var dóttir Sonnu og Símun av Skarði. Tey fingu børnini Valdemar, Sonnu, Sunnevu og Símun.

Jóannes hevði alsk til føroyska søgu og mentan og hann var virdur heimildarmaður hjá fleiri, sum hava skrivað um og granskað føroyska søgu og føroyskt mál. Jóannes skrivaði bókina "Søgur og søgubrot" sum forlagið Varðin gav út í 1978.[1]

Útgávur rætta

  • Søgur og søgubrot, Varðin, 1978

Keldur rætta