Hvalbiarfjørður er opin fyri havinum og er víður úti í munnanum millum Lundanevið og Mjóvanes, men treingist og grynnist, sum inn kemur, tí er hann ókyrrur á teimum eystaru ættunum, og á vestri er harðført í vindi. Mitt í firðinum er ein boði, sum næstan altíð brýtur. Inn á botninum á Hvalbiarfirði eru bygdirnar Hvalba og Nes-Hvalba. Tær verða oftast roknaðar fyri eina bygd. Nes er á suðurarminum á Hvalbiarfirði.

Hvalbiarfjørður.