Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum
(Ávíst frá Hin føroyska heimamissiónin)
Hin Kirkjuliga Heimamissiónin, (fyrr Indre Mission) er tann størsta vekingarrørslan innanfyri fólkakirkjuna við missiónshúsum í flestu størru bygdum.
Heimamissiónin er eisini, við síðuna av Brøðrasamkomuni, tann størsta kristna leikmannarørslan í Føroyum.
Í 1904 kom fyrsti trúboðari frá donsku Indre Mission til Føroya. Í 1921 varð eitt ráðgevandi samfelagsráð sett á stovn fyri Heimamissiónina í Føroyum og í 1990 gjørdist Heimamissiónin sjálvstøðug.