Heri Ziska
Heri Ziska (føddur 12. oktober 1967) er ein føroyskur ítróttamaður, sum hevur gjørt seg galdandi innan frælsan ítrótt. Hann starvast á Jarðfeingi, hevur eitt Cand.scient.-prógv í havjarðfrøði frá Aarhus Universitet (1988—1994) og ein Master-scient í Management (leiðslu) frá Robert Gordon University í Aberdeen, Skotlandi (2002—2005).
Lívsleið innan frælsan ítrótt
rættaZiska hevur verið limur í Stráluni (1989-1991), Bragdinum (1991-2008) og Hvirluni (2008-) í Føroyum, Aarhus 1900 í Danmark og Belgrave Harriers í Skotlandi. Hann vann eitt silvurheiðursmerki á DM í klingruvarpi 1999.
Oyggjaleikir
rættaHann vann kappingina í klingruvarpi á Oyggjaleikum 1999 og 2003 og eigur tað føroyska metið í klingruvarpi, hamarkasti, vektkasti og kastifimmkampi. I 2013 luttók hann á 2013 á Bermuda, hann fekk bronsu í klingruvarpi, tá hann kastaði 39,77 metrar. Bronsuheiðursmerki var hansara 14. heiðursmerki á Oyggjaleikunum.[1]
Danmarksmeistaraskap
rætta- 1999 - Silvur í klingruvarpi 46,62
Føroysk met
rættaKeldur
rætta- ↑ "in.fo, Heiðursmerki nr. 14 hjá Hera". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-08-05. https://web.archive.org/web/20200805130330/https://www.in.fo/index.php?id=9&tx_news_pi1%5Bnews%5D=353&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=83aedcf2830ba14aaa9fcc57b90ea5f5. Heintað 2013-09-15.