Helsigásin (frøðiheiti - Branta bernicla) er til støddar nakað sum æða. Um høvur og háls er hon svørt; báðumegin á hálsinum er ein hvít tvørstrika - helsið, sum hon hevur navnið av. Omaná er hon dimmgrá; í neðra eru tær, sum higar koma, bleikar, mest hvítar. Nev og bein eru svørt. Hon eigur einans í kaldastu londum, sum Norðurgrønlandi, Svalbarði og norðuroddum av Siberia. Higar koma tær stundum um heystið. Tær halda seg tá mest á sjónum; men stundum koma tær á land, og kunna tá leggjast upp í heimagæs ella dunnur og gerast so spakar, at tær eta korn, sum blakað verður teimum. Men verður skot loyst nær hjá, so rýma tær og síggjast ikki aftur. Tamd helsigás verður sera fólkaalskin.[1]

Brandgás


Støða

Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Anseriformes
Ætt: Anatidae
Slekt: Branta
Slag: B. bernicla
Branta bernicla

Sí eisini

rætta

Ávísingar úteftir

rætta

Keldur

rætta
  1. "snar.fo - Helsigás". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-05-06. https://web.archive.org/web/20160506201241/http://snar.fo/tema/nattura/fuglar/h/helsigas/. Heintað 2015-11-13. 


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið