Æða
Æðan (frøðiheiti Somateria mollissima) er einasti fuglur av antarsløgunum, sum nógv er til av í Føroyum. Steggin er nevndur æðublikur, stundum bara blikur. Uppi á høvdinum er hann svartur, aftantil um vangarnar og haðani aftur um nakkan er hann vakurt bleikgrønur, á hálsinum og bakinum mest hvítur. Bringan er bleikt reydlig, og í neðra er hann svartur. Æðan, t. e. bøgan, er smáflekkut av dimmum og bleikari brúnum. Allar ársins tíðir síggja vit tær liggja í størri ella minni flokkum fram við strondini, stundum uppi á sjóvarklettunum, men mest á floti. Gongulagið er tungt, og flogið — ja, oftast flúgva tær so lágt, at føturnir klamsa eftir vatnskorpuni;tað sær lókut út, men helst munna tær gera tað tí, at tá nýta tær føturnar til at geva sær meira ferð. Men so mikið kringari eru tær á sjónum, svimja skjótt og danda lættliga á alduryggjunum, kava gjøgnum brotini og kunna taka sær æti frá botni á 30 favna dýpi. Tó dámar teimum best at vinna tað á grynri vatni, helst minni enn 5 favna. Føði teirra er mest taralýs, smákrabbar, kræklingar og aðrir lítlir skelfiskar. Stundum koma tær upp við einum størri krabba, sum tær halda eftir aðrari klónni og berja niður í vatnskorpuna, til beinini detta av honum.
Æða | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
Um várið fara tær at hugsa sær um reiður. Best dámar teimum fram við sjóvarstrondini, bara tær har kunna fáa frið. Ikki so fáar fara langt inn í hagan, ja, summar høgt upp ímillum fjøll. Fólk undrast ofta á, at tær — sum ikki sýnast at orka so fræít at flúgva, at tær fáa føturnar upp úr sjónum — við sínum tunga og seinføra gongulag kunna rugga sær niðan hagar. Men kemur tú dáttliga fram at reiðri teirra, so fært tú at síggja, at tær eru ikki so tungfloygdar. Og seint á kvøldi eru tær mangar ferðir sæddar koma flúgvandi oman úr fjøllunum og hava sett seg á sjógvin, ivaleyst til at fáa sær at eta. Sjálvsagt flúgva tær so niðan aftur við, men tað er um hádimmið, so tá svevur fólk, heldur ikki er summarnáttin so ljós, at flúgvandi fuglur kennist uttan heilt nær. Reiðrið er klætt við mosa ella deyðagrasi. Eggini eru 4, stundum 5. Mjúkt og lýtt liggja tey — æðan roytir dún av sær sjálvari til at hava uttan um tey, og tá ið hon flýgur av, breiðir hon dún afturyvir, so tey skulu ikki kólna. Æða er sjaldsama spakur fuglur. Stundum eiga tær har, sum nógv fólk gongur, og tá kunna tær við tíðini gerast so spakar, at tey kunna lyfta tær av reiðrinum, taka dúnið og leggja tær á aftur. Æðudún er dýra-bar vara, og tí hava menn summstaðni friðlýst hólmar og sker til æðuvarp, og kunna hava góða inntøku av teimum. Fyrra partin á sumri skifta blikarnir lit; eina tíð er einki hvítt á teimum uttan tær stóru fjaðrarnar uppi á veingjunum; og tá teir so missa tær, eru teir líkir æðuni.
Ungarnir steðga so at sigá einki í reiðrinum. Teir eru fermir til fóts, og sjálvt teir, sum eru uppi millum fjalla, hava ikki langa tíð um at vinna oman. Høgum homrum springa teir útav, og lættir sum eitt fjaðratyssi dala teir hóvliga niður á jørð. Frá fyrst teir eru komnir á sjógv, eru teir at siga líka kringir at svimja og kava sum tær gomlu. Tá ið nakrar tamar dunnur bøla samtíðis uttan um ein hyl, sæst tað, at summar vilja taka sær fleiri ungar, enn tær eiga og aðrar tykjast glaðar við at sleppa av við sínar; sama man vera við æðunum, tí summar síggjast við sjey — átta ungum, summar bara við einum. Ikki er leingi, til ung-arnir eru vaksnir, og tá líkjast teir allir nógv æðunum; men tá ið líður út á heystið, er lætt at kenna teir ungu blikarnar frá, tí tá eru teir bringuhvítir. Og nú eru teir gomlu blikarnir komnir í sín skreytiliga búna, sum teir bera næstan alt árið. Tað er hugnalig sjón at síggja smáflokkarnar av gomlum og ungum, blikum og bøgum floytandi sær fram við landi og hoyra teirra blídliga "ov ov" og "gogg gogg gogg" í tí lýggja veðrinum — eitt av prýðum Føroyalands.
Sí eisini
rættaKeldur
rætta- Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.