Helena Heðinsdóttir
Helena Heðinsdóttir Jørgensen ella Helena Heðinsdóttir er ein føroysk sjónleikarinna. Hon spældi ein av høvuðsleiklutunum í stuttfilminum Vetrarmorgun, sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Hon spældi leiklutin sum Birita.[1] Vetrarmorgun varð vístur á Berlinaluni (Berlin International Film Festival)[2] og varð tilnevndur tríggjar virðislønir har, eitt nú Teddy Award, sum verður latin til ein film, ið viðgerð evni um samkyndleika.[3] Hin høvuðsleiklutin í Vetrarmorgun spældi Armgarð Mortensen. Hon hevur eisini spælt annan av høvuðsleiklutunum í fyrsta spælifilmin hjá Sakaris Stórá, Dreymar við havið, ið var frumsýndur í Norðurlandahúsinum 5. september 2017.[4]
Hin 14. februar 2014 vann filmurin Vetrarmorgun virðislønin á Berlinaluni í bólkinum The Special Prize of the Generation 14plus International Jury.[5]
Heiður
rætta- 2014 - Stuttfilmurin Vetrarmorgun, har Helena spældi ein av høvuðsleiklutunum vann virðislønina The Special Prize of the Generation 14plus International Jury á Berlinaluni 2014.
- 2014 - Stuttfilmurin Vetrarmorgun var tilnevndur Teddy Award á Berlinaluni 2014.[6]
- 2013 - Stuttfilmurin Vetrarmorgun, sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað, og har Helena spældi ein av høvuðsleiklutunum, varð tilnevndur Geytan, vann tó ikki.
Keldur
rætta- ↑ Imdb.com, Helena Heðinsdóttir
- ↑ Berlinale.de, Vetrarmorgun
- ↑ birkblog.blogspot.com, Sakaris í Teddy práti
- ↑ Portal.fo - Myndir: Dreymar við havið sýndur fyri fullsettum húsum
- ↑ berlinale.de, AWARDS AND JURIES IN THE GENERATION SECTION
- ↑ "nordicstylemag.com, Interview with Sakaris Stórá: Faroese film selected for Berlin International Film Festival". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2014-10-13. https://web.archive.org/web/20141013161224/http://www.nordicstylemag.com/2014/02/interview-with-sakaris-stora-faroese-film-selected-for-berlin-international-film-festival/. Heintað 2014-02-15.