Harriet Beecher Stowe
Harriet Beecher Stowe (14. juni 1811 – 1. juli 1896) var amerikanskur rithøvundur og abolitionistur, sum gjørdist kend um allan heim av bókini Tummasarsmáttu (enskt; Uncle Tom´s Cabin).
Harriet Beecher Stowe | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 14. jun 1811 í/á Litchfield |
Andaðist | 1. jul 1896 í/á Hartford |
Deyðsorsøk | Alzheimers sjúka |
Alma mater | Hartford Female Seminary |
Starv | skaldsøguhøvundur, yrkjari, barnabókahøvundur, stuttsøguhøvundur, høvundur, abolitionist, ritroyndarhøvundur |
Trúgv | Protestantisma |
Børn | Charles Edward Stowe |
Foreldur | móðir Roxana Foote Beecher faðir Lyman Beecher |
Mál | amerikanskt enskt mál, Enskt mál |
Undirskrift | |
Heimasíða | https://harrietbeecherstowecenter.org |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000120176335 |
VIAF | 32003151 |
LCAuth | n79093331 |
IMDB | nm0832952 |
Commons | Harriet Beecher Stowe |
Harriet vaks upp í einum kristnum heimi, pápin var prestur. Hon fór at arbeiða saman við systur sínari Cathrine sum lærari og giftist í 1836 við Calvin Stowe sum eisini var prestur. Tey fingu sjey børn, men fleiri doyði meðan tey vóru smá. Harriet hjálpti til við at uppihalda familjuni við at skriva.
Skaldsøgan um Tummas byrjaði sum framhaldssøga í anti-træla tíðarritinum National Era. Stowe kendi væl til trælahald, anti-trælahaldsrørsluna og við undargrundarjarnbreytina. Kentucky, sum lá beint yvirav Cincinnati, har Harriet og familjan búði, var ein trælastatur.
Lógin um viðferð av trælum, ið flýddu, sum kom í gildi í 1850, fekk Harriet Beecher Stowe at taka aktivian lut ímóti trælahaldi. Tá ið bróðurkona hennara einaferð skrivaði til hennara: "Harriet, um eg hevði duga at brúkt ein penn so væl sum tú, hevði eg skrivað okkurt, sum fekk alt landið at kenna á sær, hvussu forbannaður trældómur er," gjørdist hon fullviss í at hon skuldi skriva okkurt um trælahald.
Hon fór í holt við at tosa við flýddar trælir og trælaeigarar og las ein hóp av bókum um evnið. Hon læt fyrst søgurnar prenta sum framhaldssøgur, og hildið verður, at høvuðspersónurin í mangar mátar er grundaður á Josiah Henson, sum sjálvur hevði verið trælur og hevði skrivað um upplivingar sínar.
Tá ið bókin kom út í 1852, varð hon seld í 10 000 eintøkum eftir einari viku. Longu í 1854 var hon týdd til 60 ymisk mál.
Harriet Beecher Stowe andaðist tann 1. juli 1896 í Hartford, ið er høvuðsstaður í Connecticut.