Haraldur Harðráði
Haraldur Harðráði (um 1015 – 25. september 1066) var kongur av Noreg í tíðarskeiðnum 1046 til 1066. Nógvir stórmenn flýddu av landi undan honum og góvu honum heitið "Harðráði". Haraldur Harðráði og Ólavur tann Heilagi vóru hálvbrøður, og hann verður vanliga roknaður sum maðurin, ið grundlegði Oslo. Hann var fimtan ára gamal, tá ið hálvbróðir hansara, Ólavur Haraldsson, kom heim úr Garðaríki (Russlandi) og kravdi Noregs krúnu. Haraldur stóð kongi undir lið í bardaganum á Stiklastøðum seinast í juli mánaði í 1030. Hann flýddi eystur í Garðaríki og haðani suður í Konstantinopel, har hann kom sær væl fram í keisarans verndarliði. Í 1046 kom hann aftur til Noregs við miklum ríkidømi. Magnus hin Góði, ið tá var kongur, tók væl við hesum unga kongsevni og gjørdi hann stutt fyri deyða sín í 1047 til Noregs kong. Sum kongur lá Haraldur leingi í stríði við danakong, Svein Estriðarson, og søgumenn meta, at tað var í hansara stjórnartíð, at býurin Oslo var grundaður.
Í árinum 1066, tá tann gamla angulsaksiska kongsættin doyði út við Eðvarði Játtara Confessor, valdu bretar Harold Godwinson til nýggjan kong. Harðráði, sum hevði tænt keisaranum í Konstantinopel sum leiguhermaður, helt seg hava arvarætt til ta ensku trúnuna. Hann beyð út hin norska leiðangurin og lendi við York í Bretlandi. Hann fall í bardaga við bretar við Stamford Bridge í 1066. Árið eftir varð hann fluttur til Trondheim og jarðaður í Maruikirkjuni. Umleið 100 ár seinni vórðu leivdirnar av kongi tiknar uppaftur og fluttar til kleystrið Helgeseter í Tróndheimi.