Kinversk tekn

(Ávíst frá Hanzi)

Kinversk skrifttekn (kinesisk) ella Hanzi (kinverskt mál: 漢字 einkult kinverskt: 汉字, pinyin: Hànzì; Hàn-folksins skrifttekn, eisini rópt sinogramm) er eitt sett á fleiri túsund fonetiskt-piktografiskum teknum, sum verða brúkt fyri at skriva á kinverskum, japonskum og koreanskum, og harumframt eldri sløg av vjetnamesiskum.

Orðið Hàn Zì sum týðir 'kinversk skrifttekn' skrivað við siðbundnum teknum (tey bæði til høgru) og við skrift sum er gjørd meira einføld (til vinstru)

Teknsettið er í Teivan, Suðurkorea, Norðurkorea og Japan kent sum ávikavist hancha, hanja, hangul og kanji. Hvørt tekn sær stendur fyri eitt stavilsi. 30% av teknunum sum verða nýtt dagliga eru einstavilsisorð. Restin er fleirstaviliesorð har týdningurin av teknunum avhongur av, hvørjum tekni/teknum tað stendur saman við. Tey flestu orðini krevja tvey tekn fyri at kunna verða søgd.[1]

Umframt teir regionalu variantarnir, verður tað eisini skilt millum tvey sett av teknum, eitt siðbundi og eitt einkult sett, sum ofta hevur færri pennastrok pr. tekn. Tað siðbundnað settið verður í dag brúkt í Teivan og eisini í størri mun í Hongkong, meðan tað einkla settið av teknum alment er standard í meginlands-Kina, og hjá kinverjum, sum búgva í Singapor og Maleisia.

Søgulig menning

rætta
Arkaiskt Seglskrift Siðbundið Hànzì Einkult Hànzì Pīnyīn Týðing
    rén Maður/menniskja
    Kvinna (kvinnulig)
    Barn
    Sól
    yuè Máni
    shān Fjall
    chuān Á
    shuǐ Vatn
    Regn
    zhú Bambus
    Træ
    Hestur
    niǎo Fuglur
    guī Skjaldbøka
    lóng Dreki

Keldur

rætta
  1. DeFrancis: The Chinese Language fact and fantasy. "The Monosyllabic Myth"
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið