Hans Mikael Jacobsen
Hans Mikael Jacobsen (føddur á Kirkju í Fugloy í 1901, doyði í 1960) var ein føroyskur lærari og rithøvundur. 25 ára gamal fór hann á Føroya Læraraskúla, har hann tók prógv í 1929. Árið eftir varð hann settur í starv sum lærari í Fugloy, men vegna heilsubrek mátti hann í 1940 leggja starvið frá sær við eftirløn. Hann andaðist í 1960, tá hevði hann í nøkur ár búð í Klaksvík.
Umframt at skriva upp hóp av frásøgnum og sagnakendum tilfari yrkti Hans Mikael fleiri sálmar, harav níggju standa í Sálmabók Føroya Fólks.[1]
Útgávur
rætta- 1979 - Høvdið uppundan, savn av sagnakendum tilfari, útgivið av soni hansara, Jákup á Fløtti Jacobsen.
- Níggju av sálmum hansara standa í Sálmabók Føroya Fólks
Keldur
rætta- ↑ "snar.fo - Hans Mikael Jacobsen (1901-1960)". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-04-06. https://web.archive.org/web/20160406144446/http://snar.fo/tema/skaldskapur-og-midlar/rithoevundar/j/jacobsen-hans-mikael/. Heintað 2014-10-22.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.