Hans Marius Ejdesgaard

(Ávíst frá H.M. Eidesgaard)

Hans Marius Ejdesgaard (1887 í Oyndarfirði). Hann er føddur 21. september 1887 í Oyndarfirði, deyður 23. mars 1966, sonur Andreas Ejdesgaard av Eiði og Elisabeth (fødd Justinussen) av Glyvrum. Var giftur við Elsebeth (fødd Petersen) úr Funningi. Hans Marius tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1908 og var lærari í ymsum skúlum í styttri tíð, hann var eisini nakrar túrar til skips. Lærari í Oyndarfirði 1. oktober 1919 - 1. oktober 1952, tá ið hann fór úr starvi. Hann var formaður í sóknarstýrinum 1918-1934 og formaður í skúlanevndini í fleiri ár. Hans Marius hevur skrivað sjónleikin "Eina myrking" 1937, skaldsøguna "Hitt ævinliga gonguverkið" 1952 og søgusøvnini "Lívsins rætt" 1952 og "Ein stjørna er tendrað" 1962.

Útgivið

rætta
  • 1937 - Ein myrking (sjónleikur)
  • 1952 - Hitt ævinliga gonguverkið (skaldsøga)
  • 1953 - Lívsins rættur (stuttsøgur)
  • 1962 - Ein stjørna er tendrað (stuttsøgur)