Hósvíkar Róðrarfelag
Hósvíkar Róðrarfelag er føroyskt róðrarfelag úr Hósvík. Róðrarfelagið varð stovnað í 1979.[1] Felagið eigur 3 bátar, teir eru havbláir við svørtum stokkum.
BátarEdit
- Heykur, sum er eitt fimmmannafar, varð smíðaður í 2018 av Terja R. Jakobsen.
- Falkur, sum er eitt fimmmannafar, varð smíðaður í 2009 av Sámal Hansen.
- Hósvíkingur, sum er eitt seksmannafar, varð smíðaður í 2005 av Sámal Hansen.
FM heitiEdit
Hósvíkar Róðrarfelag eigur fýra FM heiti, trí við seks mannafarinum Hósvíkingur og eitt við fimm mannafarinum heykur. Hósvíkingur vann í seks mannafør menn í 1985, 1986 og 1987. Heykur vann í 5 mannafør dreingir í 2020.[2]