Hákun Aðalsteinsfostri
Hákun Aðalsteinsfostri (o.u. 920–961) - eisini nevndur Hákun hin góði - verður roknaður sum ein av Noregs skilabestu kongum. Nýggj ting- og landverjuskipan varð gjørd í hansara kongstíð (934-961). Tingskipanin og landverjuskipanin gjørdust tveir høvuðshornasteinar undir uppbyggingini av einum norskum ríki. Hákun kongur fekk skjótt gagn av fólksins stuðli og leiðangrinum. Hann varð nevndur Aðalsteinsfostri, av tí at Haraldur sum veð fyri sáttmála, hann umleið 930 hevði gjørt við Aðalstein móti víkingunum, hevði sett Hákun í fostur hjá enska konginum. Hákun Aðalsteinsfostri var bert fimtan ára gamal, tá ið hann kom til Noregs. Hann hevði fingið kristna uppaling í Onglandi, men skilti, at sum umstøðurnar vóru, var ikki hugsingur um at fáa kristindómin fram í Noregi.
Áðrenn hann doyði, læt hann Eirikssynum valdið í landinum. Elstur teirra var Haraldur Gráfeldur.