Greenwichmeridianin ella nullmeridianin er tann longdarmeridianin, sum longdarstigini á jørðini verða roknað út frá. Síðani 1884 hevur verið ásett, at 0 (null) stig ganga gjøgnum Greenwich observatoriið í London. Øll kort rokna stig eystureftir og vestureftir út frá Greenwichmeridianini. Út frá hesum er eisini komin tíðarfestingin GMT (Greenwich Mean Time), sum í dag er avloyst av UTC.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið