Greenville (South Carolina)
Greenville er sættstørsti býur í amerikanska lutstatinum South Carolina.
Greenville, South Carolina | |
---|---|
Flagg | Kort |
Grunddáta | |
Land: | USA |
Lutstatur: | South Carolina |
Vídd: | 67,7 km² |
Íbúgvar (2019): | 70 635[1] |
fyri km²: | /km² |
Heimasíða: | greenvillesc.gov |
Býurin liggur í útnyrðingshorninum á Suðurcarolina, um leið 100 míl (160 kilometrar) í ein útnyrðing frá høvuðsstaðnum Columbia, og nakað miðskeiðis millum býirnar Atlanta í Georgia og Charlotte í North Carolina. Áin Reedy River rennur ígjøgnum miðbýin og stóra fjallarøðin Blue Ridge Mountains, sum er partur av Appalakkufjøllum, er í ein útnyrðing úr býnum. Í 2019 búðu fleiri enn 70 túsund fólk í Greenville.[1]
Søga
rættaEvropeisk niðursetufólk búsettust har í økinum í 1770-árunum. Niðursetingin fekk í 1797 navnið Pleasantburg, men í 1831 varð býurin uppkallaður eftir amerikanska generalinum Nathanael Greene.
Myndir
rætta-
Greenville um kvøldið
-
Í miðbýnum
-
Ein leygardagur í miðbýnum.
-
Ráðhúsið (City Hall)
-
Viðarlundin Falls Park on the Reedy
-
Brúgvin Liberty Bridge í viðarlundini.
-
Sjónleikarhúsið
-
Bókasavnið
-
Listasavnið
-
Flogvøllurin Greenville–Spartanburg International Airport
Kend fólk
rætta- Jesse Jackson, politikari, borgararættindastríðsmaður og baptistprestur (f. 1941)
- Charles Hard Townes, alisfrøðingur (1915-2015)
- John B. Watson, sálarfrøðingur (1878-1958)
Vinarbýir
rættaÁvísingar úteftir
rætta- Almenna heimasíða: greenvillesc.gov
- Greenville (South Carolina), wikivoyage.org
Coordinates: 34°50′39″N 82°23′7″W / 34.84417°N 82.38528°W
Keldur
rætta- ↑ 1.0 1.1 City and Town Population Totals: 2010-2019 - South Carolina - Major Cities, citypopulation.de