Giannis Karagiannis
Giannis Karagiannis (Grikst: Γιάννης Καραγιάννης), føddur í 1995, er ein kypriotiskur sangari og tónaskald.
Tá Giannis var yngri lurtaði hann nógv eftir Eminem, Linkin Park og Metallica, men áhugin fyri at syngja kom fyrst tá hann byrjaði at lurta eftir meira melodiøsum sangum. Hann traðkaði fyrstu ferð fram í sjónvarpi sum 12 ára gamal í 2007, tá hann luttók í tí kýpernsku junior eurovision sangkappingini. Giannis luttók aftur í tí kypriotisku Junior Eurovision sangkappingini árið eftir í 2008, men hvørgan av ferðunum náddi hann at vinna og sostatt umboða land sítt í evropeisku kappingini.
Tónleikaliga ávirkan Giannis er Ed Sheeran og John Mayer, ella sum hann sjálvur sigur "einhvør sangari, ið hevur eina góða rødd og frálíkan sang". Áhugi hansara fyri Eurovision Song Contest tók seg upp í 2004 tá hann hoyrdi kypriotisku Lisu Andreas umboða Kýpros við sanginum "Stronger Every Minute". Síðani ynskti hann og vónaði at sleppa at umboða land sítt í somu kapping.[1]
Giannis umboðar Kýpros í Eurovision Song Contest 2015 við sanginum "One Thing I Should Have Done".
Keldur
rætta